Søgan hjá Tosa

 

Hví Tosa?

Fyri okkum hevur henda verkætlanin havt nógv størri týdning enn bert at sleppa inn á telemarknaðin.

Vit hava gjørt hetta fyri at geva føroyingum møguleika til at velja alneyðugar tænastur, sum samskifti og internet, til ein betri prís.

Tað er eingin loyna, at Tosa hevur møtt nógvum mótgangi í royndini at sleppa inn á telemarknaðin í Føroyum.

Tískil hevur tað ongantíð verið ein spurningur um at geva upp, men heldur nær vit sluppu í gongd at broyta verandi støðu.

 

Álit

Sum ein nýggjur televeitari síggja vit nógv økir, har vit kunnu gera mun. Við nýggjastu tøknini bjóða vit tryggar og dygdargóðar tænastur.

Við virðing fyri privatlívinum geva vit viðskiftafólki okkara fult tamarhald á teirra data. Hetta er eisini í samráð við nýggju dátuverndarlógina - eisini kent sum GDPR.

- Vit vilja skapa álit millum viðskiftafólk okkara.

 

Tøkk!

Vit eru ómetaliga takksom fyri stuðulin, ið vit hava fingið frá fólki og samstarvsfelagum – hvørt einasta “Like” á Facebook og eggjandi orð á vegnum hevur havt stóran týdning fyri okkum, bæði sum toymi og felag!

 

Framtíðin

Hetta er tó bert byrjanin til eina spildurnýggja leið innan samskifti. Vit hava stórar ætlanir fyri framtíðina í Føroyum og vilja fegin bjóða tykkum vælkomnum at gerast ein partur av hesi spennandi ferð.

Saman kunnu vit broyta Føroyar til eitt enn betri stað!

 

Hvør er Tosa?

 

Vit ynskja broyting

Vit ynskja frælsi

Vit avbjóða


Vit eru líka sum tú!