Søgan hjá TOSA

Sum fyritøka hevur Tosa longu trý ár á baki. Hugskotið birtist, meðan Tummas við Skipá var lesandi í Keypmannahavn. Tá ið Tummas kom heim í summar- og jólafrí undraðist hann á, hví einki lágprís telefonfelag var í Føroyum. Samanborið við Danmark og onnur grannalond var mest sum eingin munur á fartelefon og breiðbandi í Føroyum, og prísirnir vóru eisini nógv hægri.

Tummas fekk tí hugskotið at taka kappingina upp við verandi televeitararnir og stovna eitt lágprís telefonfelag í Føroyum. At hjálpa sær, serliga innan fíggjarlig og tøknilig viðurskifti, fann hann tvær eldsálir, ið deildu somu visjón og høvdu drúgvar royndir innan fjarskifti: Tróndur H. Sørensen og Kurt Samson.

Síðan 2016 hava teir tríggir brúkt nógva tíð upp á at sleppa inn á netið í Føroyum. Núverandi veitararnir stríddust ímóti, og Tosa sá seg noydda til at kæra viðferðina, sum fyritøkan fekk, og hetta endaði við, at Tosa fekk viðhald. Nú er TOSA bert fá stig frá at kunna betra føroysku korini innan fjarskifti. 

Vit hava brúk fyri tær

Tosa er eitt telefonfelag, ið fer at arbeiða saman við samfelagum um at skapa broyting á telemarknaðinum, men eisini í lívinum hjá okkum øllum. Um vit ynskja broyting, mugu vit standa samanum tað.

Vit hava arbeitt hart og ofrað nógv fyri at koma hertil, sum vit eru í dag. Um Føroyar skulu fáa sama frælsi og somu rættindi sum aðrar tjóðir, má okkurt henda! Um tú vilt spæla ein avgerandi leiklut í at hjálpa familjum og einstaklingum at spara pengar og harvið havaráð til meira, ert tú komin til rætta staðið.

Tú kanst gera ein mun við at stuðla okkum fíggjarliga og gerast partaeigari í felagnum.  Vit brenna fyrst og fremst fyri at skapa broyting í samfelagnum. Nú fjarskifti er vorðin ein alneyðug tænasta, ynskja vit, at tað ikki skal vera ein fíggjarlig byrða hjá okkara kundum. Tí vilja vit arbeiða fyri at lækka kostnaðin á fjarskifti sum heild og geva kundanum tað, ið henni ella honum tørvar.

Tá tú keypir eina fjarskiftistænastu, er ofta ringt at vita, um tú fært rætta prísin, ella um vøran er nøktandi í mun til tín tørv. Serliga tá tað er manglandi kapping á marknaðanum, kanst tú enda við at gjalda ov nógv fyri skeiva vøru. Vit vilja skapa gjøgnumskygni á telemarknaðinum, soleiðis at tú kennir teg tryggan við títt keyp. Vit droyma um at taka felagið til eitt hægri stig og gerast ein størri partur av samfelagnum. Ein nátúrligur partur av okkara visjón er at geva føroyingum møguleika at gerast ognarar í TOSA.

Sum tøkk til okkara kundar fara vit at arbeiða fyri at gera mun á ein nýhugsandi hátt, bæði fyri viðskiftafólk og samfelagið sum heild.